Tað hevur altíð verið væntandi, at tá ið tað fór at líða ímóti vetri, fór talið av koronu-tilburðum at hækka. Og tað vísti seg a halda, tí seinastu tíðuna hevur korona breitt seg skjótt í samfelagnum og seinastu dagarnar hevur talið á smittaðum sett met.
Landslæknin og formaðurin í farsóttarnevndini siga í eini felags fráboðam at yvir 95 prosent av teimum, sum nú fáa koronu, verða smittað í Føroyum. Og nógv tey flestu av teimum eru børn, sum ikki eru koppsett, og sum verða smittað av øðrum børnum. Men so fara børnini heim og smitta foreldrini og tað eru eisini nógv foreldur, sum eru koppsett, sum fáa koronu av børnunum.
Lars Møller, landslækni, og Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, siga, at orsøkin til at fólk verða smittað, hóast tey eru koppsett, er at delta-varianturin, av koronu, sum er tann, ið nú ger um seg, smittar rættiliga illa. Men ein onnur orsøk er, at hjá teimum, sum vórðu koppsett tíðliga, verjir koppsetingin ikki so væl longur.
Tí er tað, at nakrir bólkar í samfelagnum nú fáa eina sproytu afturat, og tilmæli annars er um, at øll skulu fáa tilboð um at fáa eina sproytu afturat.
Landslæknin roynir at sissa fólk, tí hann sigur, tí hann heldur ikki, at vit skulu ræðast gongdina. Men hinvegin heldur, at tað hevur týdning, at vit gera tað, vit kunnu, at forða fyri, at smittan breiðir seg. Og tá ið tað nú eru børn, sum ikki eru koppsett, sum dríva smittuna runt í samfelagnum, mælir landslæknin til at avmarka sosialu samveruna hjá børnum, sum ikki eru koppsett við onnur børn. Tí heldur hann, at børn, sum ikki eru koppsett, eiga ikki at vera so nógv saman við øðrum børnum.
Í Føroyum er eingin innlagdur við koronu, men í nógvum øðrum londum verða nógv fólk innløgd og tað kann eisini henda í Føroyum. Serliga nú influensa eisini gongur, mælir landslæknin staðiliga til, at fólk verða koppsett fyri koronu, tí eru fólk so óheppin at fáa influensu, og koronu, ísenn, er tað rættiliga álvarsligt.
At lata seg koppseta er gott fyri tann einstaka, men tað tænir eisini teimum, við veikari órinsverju, og sum ikki tola at fáa koronu. Og tað tænir samfelagnum øllum, leggur hann afturat.
Michael Boolsen leggur afturat, at hóast koppsetingin ikki verjir so væl longur, verða fólk, sum eru koppsett, ikki so sjúk, sum tey annars høvdu verðið. Tí er mælir eisini hann til, at fólk lata seg koppseta, umframt at fólk framvegis hava reinførið í hásæti, og at vit halda frástøðu til onnur.
Í Føroyum er eingin innlagdur við koronu, men í nógvum øðrum londum verða nógv fólk innløgd og tað kann eisini henda í Føroyum.
Serliga nú influensa eisini gongur, verður staðiliga mælt til, at fólk verða koppsett fyri koronu, tí eru fólk so óheppin at fáa influensu, og koronu, ísenn, er tað rættiliga álvarsligt.