Grønlendingurin, Minik Lange, hevur gjørt ein bólk á Facebook, sum ætlandi skal senda eini greið boð til amerikanska forsetan, Donald Trump.
Tey, sum gerast partur av bólkinum, mótmæla atburðinum hjá forsetanum, samstundis sum lagt verður upp til at boykotta amerikanskar vørur í Grønlandi.
Bólkurin kallast "Boykotta amerikanskar vørur í Grønlandi" og hevur higartil 1900 limir.
- Vit ynskja at siga amerikansku umsitingini, at vit ikkki góðtaka tað, sum hendir. Boykott er ein háttur at vísa okkara mótstøðu mótvegis útsagnunum hjá Donald Trump.
Soleiðis sigur Minik Lange við Kalaallit Nunaata Radio.
Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir sagt, at hann ætlar at leggja Grønland undir USA.
##med2##