Maria og liðfelagarnir vendu 13-19 til 23-22 sigur

Horsens hevur vunnið fyrsta sigurin í ovara endaspælinum

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens vunnu í kvøld fyrsta sigurin í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í útidysti móti Nykøbing Falster í bólki 1 var Horsens aftanfyri 11-13 í steðginum, og eitt skiftið í seinna hálvleiki aftanfyri 13-19. Men við einum góðum endaspurti eydnaðist Mariu og liðfeløgunum at knógva ein 23-22 sigur.

 

Maria skoraði trý mál í dystinum.

 

Odense er greitt oddalið í bólki 1 við seks stigum. Horsens og liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn hava tvey stig hvør. Nykøbing Falster er aftast við einum stigi.

 

Komandi týsdag klokkan 17.30 tekur Horsens móti Keypmannahavn á heimavølli.