FSF/Hans Erik Danielsen:
Eftir tepra 2-1 tapið fyri Kekkia leygarkvøldið skal føroyska manslandsliðið nú fult og heilt hugsavna seg um dystin móti Montenegro, sum verður týskvøldið.
Men landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein verður noyddur at gera eina broyting í føroyska hópinum.
Jann Benjaminsen, ið fekk ein snudd stutt fyri hálvleik ímóti Kekkia, og mátti lata seg útskifta, verður ikki klárur til dystin týskvøldið. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Martini Agnarsson úr Aarhus Fremad.