Martin Agnarsson var við frá dystarbyrjan hjá Viborg

Viborg FF spældi í dag venjingardyst móti Haugesund

Martin Agnarsson og hinir í hópinum hjá danska superliga-liðnum, Viborg FF fyrireika seg í hesum døgum til kappingarbyrjanina í superliguni 21. juli.

 

Fyrr í dag spældi Viborg venjingardyst móti norska liðnum, Haugesund. Martin var við frá dystarbyrjan.

 

Haugesund vann dystin 1-0.  Haugesund skoraði sigursmálið longu í sætta minutti.

 

Sambært Viborg Folkeblad hevði Viborg fleiri málmøguleikar, men teir tóku ikki av.

 

Martin Agnarsson hevur verið uttanfyri við skaða, og tí var tað gleðiligt at síggja hann i dysti aftur fyri Viborg.

 

Komandi mikudag klokkan 13 spælir Viborg venjingardyst móti Randers.