Mattias bjargaði B36

Fuglfirðingar høvdu í góða løtu gestirnar úr høvðsstaðnum á knøunum

Síðsta bríksl hevur verið í Fuglafirði, og í Fløtugerði eru tey í B36 leguni ovurfegin og draga av álvara andan lættari, enn tey gjørdu mest sum allan seinna hálvleik.

 

Máltalvan vísir 3-4. B36 sigursmálið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Tað var innskifti Mattias Hellisdal, sum skoraði sigursmálið. Uppleggið átti innskifti Bjarki C. Nielsen, ig takan var um fínt skot av brotsteigarmarkinum.

 

Innskifti Bjarki C. Nielsen átti eisini uppleggið, tá ið Hannes Agnarsson miðskeiðis í seinna hálvleiki økti um B36 leiðsluna til 3-1. Tá sá tað út til, at spurningurin var, hvussu trivaligur B36 sigurin fór at verða.

 

ÍF hevði annars takið nógv tann størsta partin av seinna hálvleiki, og tað eydnaðist fuglfirðingum at venda 1-3 til 3-3, áðrenn tað so var stórt vónbrot hjá heimaliðnum, at B36 skoraði sigursmálið.

 

Hannes Agnarsson átti uppleggið, tá ið Zean Peetz Dalügge legði B36 á odda 1-0. Tað var, tá ið 10 minuttir vóru farnir og longu minuttin aftaná svaraði ÍF aftur. Tá var tað Jhon Mena Perez, sum skoraði eftir innlegg frá vongverjanum í høgru Elvio Gelmini.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki sneiddi vongverjin í høgru hjá B36 Jann J. Benjaminsen seg leysan í brotsteiginum, og so sendi hann bóltin framvið Tóra Traðará, sum í dag vardi ÍF málið, og í handara síðunetið.

 

Og so var tað miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Hannes Agnarsson økti um munin til 3-1, áðrenn fuglfirðingar av álvara reistu seg.

 

ÍF hevði takið í seinna hálvleiki, og í tíggju minuttir – í 77. og 87. minutti – skoraði ÍF og so var 3-3. Málskjúttar vóru innskifti Uros Stojanov, sum eitt sindur úr vinstru fluktaði bóltin í málið eftir framlegging frá Elvio Gelmini, og tríggjar minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, var tað Kasper Sommerstedt, sum javnaði til 3-3. Uppleggið átti innskifti Elias J. Lervig.

 

Tá sá tað út til, at talan fór at vera um endurtøku av úrslitinum, sum var, tá ið ÍF fyrr í ár var í Gundadali, og B36 vendi 3-1 ÍF leiðslu til 3-3.

 

Men so var tað, at B36 skoraði sigursmálið, og tey í hvítu leguni stórfegnaðust, meðan tey í ÍF leguni av røttum vóru vónbrotin.