Tað var ikki fyrrenn tað restaðu 20 minuttir, at tað eydnaðist Víkingi at skora til 2-1 ímóti EB/Streymi, sum í Sarpugerði vísti fínan hugburð og leingi av álvara bjóðaði illa kroysta heimaliðnum av.
Í landskappingini hevði Víkingur undan dagsins dysti í Sarpugerði bara skorað eitt mál. Í dag vann Víkingur 4-1, og harvið staðfestu meistararnir bæði fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at teir framvegis vita, hvat tað snýr seg um, og at teir framvegis megna at finna mótstøðumálið.
Eftir fyrra hálvleik var framvegis málleyst. So var tað átta minuttir eftir steðgin, at Atli Gregersen eftir horna og úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin í málið. Hetta var 20. ferðin, at Atli var málskjútti í bestu landskappingini. Har hevur hjálparvenjarin á landsliðnum sambært FaroeSoccer spælt 458 dystir.
Men tað var ikki sloppið hjá favorittunum í Sarpugerði. Sjey minuttir seinni bríkslaði Bjarki Danielsen fyri brotssparki til EB/Streym, og tað sendi Boubacar Dabo trygt framvið landsliðsmálverjanum Bárði á Reynatrøð.
Olaf Bárðarson varð skiftur inn á liðið hjá Víkingi beinanvegin, tá ið EB/Streymur hevði javnað, og tíggju minuttir seinni legði Olaf Bárðarson Víking á odda 2-1. Uppleggið átti Poul Kallsberg. Seks minuttir undan leikloki økti Jørgen Nielsen um munin til 3-1, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað Sølvi Vatnhamar, sum staðfesti 4-1 sigurin hjá Víkingi, sum var tann fyrsti í hesum kappingarárinum.
Næstu ferð verður avbjóðingin hjá Víkingi á útivølli at spæla ímóti B68. Hjá EB/Streymur verður næsti dystur á heimavølli ímóti NSÍ.
Víkingur – EB/Streymur 4-1 (0-0)
1-0: Atli Gregersen 53.
1-1: Boubacar Dabo br 60.
2-1: Olaf Bárðarson 71.
3-1: Jørgen Nielsen 84.
4-1: Sølvi Vatnhamar 93.+
Dómari: Bjarki Danielsen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Ingi Arngrímsson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Poul Kallsberg
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Jens Erik Bruhn, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø, Virgar Jónsson – Búi Egilsson, Meinhard Debes Geyti, Mórits Heini Mortensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Boubacar Dabo