Sølan av bilum av merkinum Tesla minkaði 67,2 prosent í apríl í mun til sama mánað í fjør.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters út frá tølum frá vinnufelagsskapinum Mobility Danmark.
Samtakið almannakunngjørdi hósdagin tøl um bilasøluna í Danmark.
Tað sær út til, at 63,3 prosent av skrásettu bilunum í apríl vóru elbilar. Í bilasøluni til privatpersónar stóðu elbilar fyri 83 prosentum.
Men bilakeyparar velja oftari ein elbil, sum ikki er framleiddur av amerikanska Tesla.
Mobility Danmark hevur almannakunngjørt ein lista yvir tíggju teir best umtóktu persónbilarnar í apríl. Tesla stendur als ikki á listanum.
Í fyrsta ársfjórðingi var Model Y hjá Tesla fimt mest umtókti persónbilurin. Í 2024 var Model Y hjá Tesla tann mest umtókti persónbilurin við næstan 10.500 seldum bilum.
Í apríl í ár var best umtókti persónbilurin ein Skoda Elroq, harav góðar 1.000 vóru skrásettir.
Í fyrsta ársfjórðingi vórðu 1.549 nýggir Tesla-bilar skrásettir í Danmark, samanborið við 3.556 sama tíðarskeið í 2024. Hetta svarar til eina minking á góð 56 prosent.
Tá metti Ilyas Dogru, brúkarabúskaparfrøðingur hjá áhugafelagnum hjá bilførarum, FDM, at afturgongdin stavaði frá fleiri ymiskum viðurskiftum.
Í fyrsta lagi eru fleiri av modellunum hjá Tesla fleiri ár gomul, og nógv hava bíðað eftir dagføring av Model Y.
Men stjórin í felagnum, Elon Musk, kann eisini hava havt negativa ávirkan, heldur Ilyas Dogru.
- Politiski brúkarin er har - tað hevur altíð verið so - tað er bara meira eyðsýnt í hesum døgum, tá tað eru nøkur, sum velja Tesla frá orsakað av Elon Musk. Vit kunnu tó ikki máta nágreiniliga ávirkanina av hesum, segði hann í sambandi við tølini fyri fyrsta ársfjórðing.
Elon Musk hevur havt ein týðandi leiklut í stjórnini hjá Donald Trump, forseta, í USA.
Her hevur hann verið ráðgevi og leiðandi persónur í nýstovnaða amerikanska stjórnarrationaliseringsdeildini (DoGE), sum hevur sett í verk stórar samveldissparingar seinastu tríggjar mánaðirnar.
The Wall Street Journal skrivaði mikudagin, og vísti á ónevndar keldur, at nevndin í Tesla hevði sett seg í samband við fleiri starvsfólkastovnar við tí fyri eyga at finna ein eftirmann til Musk.
Í einum uppslagi á X-profilinum hjá Tesla hósdagin skrivaði nevndarformaðurin Robyn Denholm, at tað ikki er rætt, at nevndin hevur sett seg í samband við setanarstovur fyri at byrja leitingina eftir nýggjum stjóra.
- Stjórin í Tesla er Elon Musk, og nevndin hevur stórt álit á hansara evnum at halda fram at fremja spennandi vakstrarætlanina frameftir, skrivar hon.
Í Føroyum til samanbering er eingin nýggjur Tesla bilur skrásettur hjá Akstovuni í ár.
/Ritzau/