Mette: Trump meinar tað um Grønland í álvara

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, hevur "onga orsøk til at halda", at komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki meinar sínar útsagnir um áhugan fyri Grønlandi í álvara.

 

Tað sigur hon við TV 2, eftir at hon í dag tosaði við Donald Trump í 45 minuttir.

- Tað er eingin ivi um, at stórur áhugi er í og kring Grønland.

- Út frá prátinum, sum eg hevði í dag, er eingin orsøk at halda, at áhugin skal vera minni enn vit hava hoyrt í almenna kjakinum.