Miðlar: Semingsfólk eru samd um vápnahvíld í Gaza

Ein semja um vápnahvíld og leysgeving av gíslum er fingin í lag í Gaza, skriva altjóða miðlar.

Mótmælisfólk í Tel Aviv mikudagin, har semingsmenn eru samdir um vápnahvíld. - Mynd: Jack Guez/Ritzau Scanpix

Semingsmenn hava gjørt semju um vápnahvíld og leysgeving av gíslum í Gaza, har stríð hevur verið millum Ísrael og Hamas í umleið 15 mánaðir.

Tað skrivaðu fleiri altjóða miðlar og tíðindastovur - eitt nú Bloomberg, AP, Reuters og AFP - í dag, eftir at ryktini vóru í hópatali seinnapartin.

Næsti amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar eisini á Truth Social, at tað er ein avtala.

- Vit hava eina avtalu um gíslarnar í Miðeystri. Tey koma út í næstum. Takk fyri!, skrivar hann.

Túsundtals fólk hátíðarhalda tíðindini um alt Gaza, siga journalistar frá tíðindastovuni AFP.

Enn er eingin almenn fráboðan komin frá meklarunum. Uttanríkisráðið í Katar fer væntandi at hava tíðindafund í kvøld um avtaluna.

Ísraelska stjórnin fer væntandi at atkvøða um avtaluna hósdagin, upplýsir ein embætismaður í stjórnini sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað er ikki greitt, nær ein avtala kundi koma í gildi.

Fleiri miðlar hava eisini lýst innihaldið í avtaluni.

Ein embætismaður, sum er kennir til samráðingarnar, sigur við Reuters, at avtalan byrjar við einum vápnahvíldarskeiði í seks vikur.

Tað fevnir um stigvísa afturtøku av ísraelskum hermonnum umframt at sleppa gíslum leysar, sum Hamas hevur tikið. Afturfyri fer Ísrael eisini at sleppa palestinarum leysum, sum tað hevur tikið til fanga.

BBC hevur áður lýst, at ikki allir gíslar verða væntandi leyslatnir í fyrsta umfari, og at eftir fáum vikum verða samráðingar um eitt víðari umfar, sum fer at føra til, at gíslarnir, sum eru eftir, verða leyslatnir, fulla afturtøku og varandi frið.

Fleiri royndir hava verið at fáa vápnahvíld undir krígnum í Gaza, og fleiri ferðir hava fráboðanir verið um, at ein hevur verið nær. Bert eina ferð áður hava partarnir verið samdir um vápnahvíld.

Tað førdi, í gjøgnum eina viku í november 2023, til, at Hamas leyslatin 105 gíslar, sum vóru tiknir í álopinum á Ísrael 7. oktober. Afturfyri vórðu 240 palestinar úr ísraelskum fongslum leyslatnir.

Ósemjan í Gaza brast á eftir álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023, har umleið 1.200 fólk doyðu.

Síðani tá hevur Ísrael framt umfatandi bumbuálop og álop á landi í Gaza, har Hamas hevur valdið.

 

Sambært heilsumálaráðnum í Gaza eru yvir 46.000 palestinar dripnir.

 

/Ritzau/

 

Mótmælisfólk í Tel Aviv mikudagin, har semingsmenn eru samdir um vápnahvíld. - Mynd: Jack Guez/Ritzau Scanpix