Rósa Heinesen, sum síðani 1. februar hevur verið stjóri í Miðnámsskúlanum í Suðuroy, hevur longu sagt seg úr starvi.
Við Dimmalætting sigur hon, at tað liggur einki í tí, at hon fer úr starvi, uttan at, at hon knappliga hevur fingið nýtt starv.
Hon sigur, at nýggja starvið hóskar betri til útbúgving hennara og privatu viðurskiftini annars, enn starvið sum skúlastjóri á Miðnásskúlanum.
Hon vil tó ikki siga meira um nýggja starvið uttan tað, at tað er norðanfjørðs.