Mikudagin byrjar U17 EM-endaspælið

U17-kvinnulandsliðið er í bólki saman við Íslandi, Sveis og Niðurlondum

Mynd: HSF

HSF skrivar:

 

 

- U17 EM-endaspælið byrjar mikudagin

 

Komandi mikudag, tann 30. juli, byrjar EM-endaspælið fyri U17-kvinnur, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro.

 

Kappingin kann stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma krevst at ein skrásetir seg sum brúkara. Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

 

Mikudagin 30. juli

Kl. 11.00 Ísland – Føroyar

 

Hósdagin 31. juli

Kl. 11.00 Sveis – Føroyar

 

Leygardagin 2. august

Kl. 11.00 Føroyar – Niðurlond

 

Hesar eru í føroyska hópinum til EM-endaspælið, sum verður leikt í døgunum 30. juli – 10. august.

 

Málverjar:

Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin

Femja Soll, Kyndil

 

Útileikarar:

Arina Høgnadóttir Wang, Neistin

Maria Poulsen Hellisdal, Kyndil

Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF

Lilja Skaalum Vilhelm, H71

Solveig Guðmundsdóttir Ripley, H71

Lív Berg á Lag, H71

Vár Leo Mortansdóttir, Neistin

Halla Haldansen, VÍF

Herdis Højgaard Petersen, Kyndil

Meta av Fløtum, Neistin

Fríða Eysturtún Rubeksen, H71

Poula Djurhuus á Neystabø, Kyndil

Bjørk Mariusardóttir, StÍF

Emily Andresen, Kyndil

 

Mynd: HSF