Minna Løgtingið á at tey hava ikki loyvi til hetta

Løgtingið ætlar – enn eina ferð, at samtykkja eina lóg, tey ikki hava loyvi til at samtykkja

 

Vilja føroyingar yvirtaka málsøkið um farstóttir á føroyskar hendur, eru danskir myndugleikar sinnaðir at tosa um tað.

Tað sigur heilsumálaráðið í Danmark nú í eini áminning á Løgtingið. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa heimild til at avmarka virkemið hjá matstovum og skeinkistøðum. Endamálið við tí er at avmarka vandan fyri, at korona aftur skal fara at breiða seg.

Hann legði sama uppskot fyri Løgtingið í summar og tá varð tað samtykt. Men tann lógin fór úr gildi 31. august og tí vil hann nú hava lógina setta í gildi aftur, so at hann kann avmarkað upplatingartíðirnar, ella enntá steingja matstovur, og skeinkistøð, hetta árið út.

Í summar gjørdi heilsumálaráðið í Danmark vart við, at hetta hevði Løgtingið ikki heimild til – og nú Løgtingið aftur er í ferð við at samtykkja eina lóg, tað í roynd og veru, ikki hevur loyvi til, kemur enn ein áminning frá heilsumáláðnum í Danmark.

Føroya Løgting hevur heimild til, at lata matstovur og skeinkistøð upp og aftur sum tað vil. Men grundgevingin kann ikki vera fyri at forða korona í at breiða seg. Tiltøk at forða fyri smittuspjaðing kunnu ikki takast í lógini um matstovur, tí tað skal gerast í lógini um farsóttir, og hana hava føroyskir myndugleikar ikki yvirtikið enn.

Sostatt er Løgtingið enn eina ferð í ferð við at samtykkja eina lóg, sum tað ikki hevur heimild at samtykkja, og tað minnir danska heilsumálaráðið enn einaferð á.

Men tey leggja afturat at eru føroyskir myndugleikar sinnaðir at yvirtaka málsøkið um farsóttir, eru danskir myndugleikar til reiðar at tosa um tað.

Men tað fyriliggur einki um tað í samgonguni, hóast fleiri politikarar hava heitt á landsstýrið um at yvirtakað málsøkið, serliga tí at tað kostar ikki eina krónu.

Eisini í samgonguni eru røddir um at yvirtaka økið. Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, minnir á, at seinast, hetta varð samtykt, gjørdi hann vart við, at hetta var eitt undantak, at hann tók undir við slíkum, tí hetta er eitt formligt brot á skipanina ímillum Føroyar og Danmark

Og hann vil ikki lova, at hann ger tað eina ferð afturt og tí vil hann hava greiði á tey løgfrøðiligu viðurskiftini, áðrenn hann atkvøður ja. Men hann sigur, at hann hevur ikki fingið undirtøku í samgonguni fyri hesum, hóast støðan í dag er, at vit hava eitt danskt lógarverk á økinum, og avleiðingin er, at tað eru ikki vit, sum sjálvi kunnu gera av, hvørji stig vit seta í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing.