Fólk kring alt landið, og føroyingar uttanlands hava verið sera fegin um møguleikan at stroyma dystirnar hjá føroyska U21-landsliðnum í innleiðandi bólkaspælinum, og í millumumfarinum í HM-endaspælinum í Póllandi. Talan hevur verið um ókeypis stroyming á YouTube, ið burtursæð frá fyrsta dystinum móti Norðurmakedonia hevur riggað sera væl. Fólk hava verið sera fegin um hesa tænastuna hjá altjóða hondbóltssambandinum.
Men tað er ikki farið framvið hjá altjóða hondbóltssambandinum, at sera nógvir føroyingar, bæði heima og uttanlands hava stroymt dystirnar hjá føroyska U21-landsliðnum á YouTube-rásini, ið nevnist: "IHF Competitions".
Og nú hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF knappliga tikið avgerð um, at tað fer at kosta átta evrur - gott og væl 60 krónur í okkara peningi - at stroyma fjórðingsfinaluna millum Slovenia og Føroyar, ið verður leikt í annaðkvøld klokkan 20. Vit vera "revsaði" fyri okkara stóra áhuga og stuðul, so at siga.
HSF skrivar á facebookvanga sínum: Ynskir tú at stroyma HM-fjórðingsfinaluna millum Slovenia og Føroyar, so kann tað gerðast ígjøgnum hetta leinki. Tað kostar 8 euro. Tað er ikki gjørligt at stroyma dystin á youtube síðuni hjá IHF. Dysturin er hósdagin kl. 20.00. Skrivar HSF.
Her er leinkjan: https://handball-globe.tv/ihf-junior.../games/g/9hc0lye1
Tvær aðrar U21 HM-fjórðingsfinalur vera tøkar sum ókeypis stroyming á YouTube. Tær eru Týskland-Svøríki og Danmark-Noreg. Løgin politikkur má staðfestast.