Týskland og Ongland vunnu seg í U21 EM-finaluna

Ongland fær høvið at verja EM-gullið frá 2023

Mynd: Ritzau Scanpix

U21 EM-finalan í fótbólti hjá monnum verður millum Ongland og Týskland. 

 

Í Bratislava vann Ongland 2-1 á Niðurlondum í hálvfinaluni. Harvey Elliott gjørdist stóra hetjan hjá Onglandi við at skjóta bæði málini.

 

Í Košice vann Týskland 3-0 á Fraklandi í hinari hálvfinaluni. Týskland skoraði tvey tey fyrstu málini fyrsta korterið av dystinum, og teir staðfestu sigurin í yvirtíðini.

 

Ongland-Niðurlond 2-1 (0-0)

1-0 Harvey Elliott ('62)

1-1 Noah Ohio ('72)

2-1 Harvey Elliott ('85)

 

Týskland-Frakland 3-0 (2-0)

1-0 Nelson Weiper ('8)

2-0 Nick Woltemade ('14)

3-0 Brajan Gruda ('90)

 

Finalan verður leikt leygarkvøldið klokkan 20 í Bratislava.

 

Í innleiðandi bólkaspælinum vann Týskland 2-1 á Onglandi. Onglendingar høvdu tó væl fleiri málmøguleikar í tí dystinum, og teir hava ment seg seinastu dystirnar. 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix