Múte Egede: Nú má altjoða samfelagið koma uppí

– Tað ger ongan mun, at okkara sameindu standa í einum horni og teska, at tey stuðla okkum. Tey mugu siga tað hart og týðuliga, sigur landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Muté B. Egede

Sera ágangandi amerikanska trýstið móti grønlendska samfelagnum er nú so mikið álvarsligt, at støðið ikki kann lyftast hægri. At standa saman í Grønlandi hevur ikki hjálpt, at úttala seg hevur ikki hjálpt, og diplomatiska royndin er til fánýtis. Nú má altjóða samfelagið koma uppí, er áheitanum hjá sitandi landsstýrisformanninum Múte Bourup Egede.

 

Tað sigur hann við grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Formaðurin í Inuit Ataqatigiit heitir á flokkarnar um at skunda sær at skipa nýtt landsstýri, sum kann virka vegna fólkið: 

– Vit hava roynt allar diplomatiskar og demokratiskar møguleikar, men tað snýr seg alt um Donald Trump og hansara stjórn í teirra uppgávu at vilja eiga og stýra Grønlandi. Vit mugu tí taka støðuna í álvara og viðurkenna, at hvør minuttur telur fyri at tryggja, at dreymurin hjá amerikanarum um at leggja okkara land undir seg ikki verður veruleiki, og til tess hava vit brúk fyri einum dynamiskum og avgerandi grønlendskum stýri, sum kann virka vegna fólkið, vísir Múte Bourup Egede (IA) á.

 

Hvar eru okkara sameindu?

Múte Bourup Egede heldur, at fólkaræðislig lond, og serliga sameind hjá Grønlandi, eru alt ov ivasom at lýsa og vísa sín stuðul til Grønland:

– Til seinast kundu vit trygt hava álit á amerikanarum, sum vóru okkara sameindu og vinir, og sum okkum dámdi væl at arbeiða tætt saman við. Tey hava víst okkum virðing sum felagsskap, og vit hava bygt upp góð arbeiðssambond, sum skulu halda í nógv ár. Men tann tíðin er farin, mugu vit viðganga, tí nýggja amerikanska leiðslan er fullkomiliga líkasæl við tað, sum vit hava staðið saman um higartil, tí nú hevur tað bara týdning fyri tey at yvirtaka okkara land yvir høvdið á okkum, sigur Múte Bourup Egede og heldur fram:

– Ja, vesturheimurin hevur staðið saman í øllum, men tað er endavent við nýggja forsetanum í USA. Men at hini sameindu hjá okkum tykjast krógva seg í einum horni og teska, at tey stuðla okkum, hevur onga ávirkan, og tala teir ikki hart um, hvussu USA fer við Grønlandi, fer støðan at versna dag um dag, og amerikanski ágangurin økist. So vit hava brúk fyri, at onnur sameind okkara greitt og týðuliga veita okkum sín stuðul og bakka okkum upp, vísir Múte Bourup Egede á fyri Sermitsiaq.

 

Mike Waltz-signalið er ikki at misskilja.

Múte Bourup Egede vísir til komandi "privatu" vitjanina, har kona varaforsetans, Usha Vance, helst verður í fylgi við tjóðartrygdarráðgevanum hjá Donald Trump, Mike Waltz.

Muté Bourup Egede heldur, at talan er um eina sera greiða provokatión, og at talan er um eina hættisliga provokatión: 

- Vit eru nú komin á eitt støði, har tað á ongan hátt kann metast sum ein meinaleys vitjan hjá konuni hjá einum politikara, sum er í brennideplinum. Hvat skal amerikanski trygdarráðgevin gera í Grønlandi? Einasta endamálið er at vísa eina valdssýning móti okkum, og signalið er púra greitt. Hann er nærmasti ráðgevi hjá Trump, og bara hansara nærvera í Grønlandi fer heilt sikkurt at fáa amerikanarar at trúgva uppgávuni hjá Trump, og trýstið fer at vaksa eftir vitjanina. So skipið nú eina stjórn sum kann taka avgerðir, tað er tað, sum vit hava brúk fyri nú, sigur formaðurin í Inuit Ataqatigiit, Múte Bourup Egede, at enda við grønlendska blaðið Sermitsiaq.