Øll skeinkistøð skulu steingja klokkan 23 í kvøld, um tey velja at hava opið. Tað er ásett í nýggjari kunngerð, sum kemur í gildi í dag.
Orsøkin til hetta er, at metnógvir koronasmittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, og fyri at fyribyrgja eina størri smittuspjaðing, so hevur farsóttarnevndin og Kreppuráðið mælt landsstýrismanninum í vinnumálum til at steingja skeinkistøð klokkan 23.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, segði annars við in.fo í gjár, at hann ikki ætlaði at steingja barrir, uttan so at tað bleiv heilt neyðugt. Hetta var áðrenn nýggjastu tølini, og nú er tað heilt neyðugt at handla, sigur hann.
– Tað bleiv meira smitta gjár, enn mann roknaði við. Samstundis siga barrir, at tær ætla at hava opið. Nú haldi eg, vit eru komin har til, at tað er neyðugt, og tí gera vit hetta, sigur Helgi Abrahamsen.
Men har er ein avbjóðing við hesari kunngerðini.
– Fyrr varð tað í rúsdrekkalógini skilt ímillum bar og mastovur, men soleiðis er ikki longur. Tað vil siga, at hendan kunngerðin rakar bæði barrir og matstovur, sigur landsstýrismaðurin.
Tá snakkað verður um stóran smittuvanda, verður nevniliga ikki snakkað um matstovur, men meira um skeinkistøðini, har smitta kann breiða seg skjótt, og har smittusporingin er trupul.
– Tað er eisini tí, vit settu tað til klokkan 23, nettup so matstovurnar kunnu hava sítt virksemi so leingi sum møguligt, sigur Helgi Abrahamsen.
Løgmaður segði á tíðindafundi fyrradagin, at mælt varð øllum skeinkistøðum til ikki at hava opið yvirhøvur.
– Vit mæla framvegis til, at tey hava stongt, men tá tey siga, at tey ikki ætla tað, so mugu vit gera tað við lóg, sigur Helgi Abrahamsen.
At myndugleikarnir steingja skeinkistøðini við lóg klokkan 23 merkir, at skeinkistøðini fáa endurgjald frá landskassanum. Skeinkistøðini fáa endurgjald úr hjálparpakka 3.