Í gjár varð eingin nýggjur tilburður av koronu, staðfestir. Tað sæst í yvirlitinum hjá Heilsuverkinum yvir gongdina í koronu. Hinvegin er staðfest, at 11 fólk eru frísk aftur og í løtuni er tað sostatt 23 fólk, sum nú hava koronu. Men síðani í gjár er eitt fólk afturat innlagt, so nú liggja tvey fólk á sjúkrahúsi í sambandi við koronu.
Tilsaman eru framvegis 475 fólk funnin við smittu og nú eru 452 fólk frísk aftur, og nú sita 122 fólk í sóttarhaldi. Í gjár vórðu annars 1032 fólk kannað fyri koronu og sostatt eru nú 135.102 koronu-kanningar gjørdar í Føroyum.