Nú verður farið undir at geva fólki, sum eru sproytað fyri koronu, eina sproytu afturat, soleiðis at tey eru liðugt koppsett.
Øll skulu koppsetast tvær ferðir við nøkrum vikum ímillum, og í dag boðar koppingarbólkurin hjá landsstýrinum, frá, at alt koppingarevnið, sum kemur til Føroyar í kvøld, verður brúkt til at geva fólki ta seinnu sproytuna.
Higartil hava 3.993 fólk fingið ta fyrstu sproytuna og ein hevur eisini fingið ta seinnu sproytuna. Men í kvøld koma 1.300 skamtir til landið, og teir skulu allir brúkast til at til at geva fólkið aðru sproytuna, so at tey eru liðug koppsett.
Orsøkin til tað er, at hesa næstu tíðina er óvist, hvussu nógv vit fara at fáa av koppingarevnið. Og avleiðingin av tí er, at summi av teimum, sum ganga og bíða eftir fyrstu sproytuni, verða noydd at bíða eitt sindur afturat.
Koppingarbólkurin sigur, at tey, sum annars skuldu fáa ta fyrstu sproytuna nú, eru fólk, sum eru fylt 65 og sum fáa røkt, og hjálp, heima, men tey mugu nú bíða eitt sindur afturat. Orsøkin er, at tey, sum hava fingið fyrru sproytuna, mugu fáa ta seinnu sproytuna nú fyri at hava vissu fyri, at tey fáa hana, áðrenn tað er ov seint, tí so virkar koppingin ikki eftir ætlan.
Heilsubólkurin sigur, at tað ber illa til at siga nakað við vissu um hvussu verður at fáa koppingarevni hesa næstu tíðina, men tey vænta, at trupulleikin verður loystur, so hvørt veturin fer at halla. Samstundis verða alsamt fleiri koppingarevni góðkend og samstundis er væntandi, at leveringin av teimum evnum, sum longu eru í marknaðinum, fer at koma í eina trygga legu.