Nú fara eisini almannagagnligir felagsskapir av ymsum slagi, eisini at fáa fíggjarligan stuðul fyri tað, korona-farsóttin hevur kostað teimum.
Tað hava umboð fyri allar flokkar, uttan Sjálvstýri og Miðflokkin, lagt uppskot fyri Løgtingið um, so tað er eingin ivi um, at tað verður samtykt.
Teir sum kunnu fáa stuðul, eru almannagagnligir felagsskapir, sum taka atgongugjald, og sum hava mist inntøkur tí at teir hava verið noyddir at avlýsa tiltøk í kjalarvørrinum av koronu. Stuðulin kann í mesta lagi vera 75 prosent av mistu inntøkuni, men hann kann tó ongantíð vera meira enn 300.000 krónur til hvønn felagsskap.
Felagsskapir kunnu eisini fáa stuðul fyri mistar leiguinntøkur, men tær kunnu verða 75 prosent av mistu inntøkuni, ella í mesta lagi 80.000 krónur til hvønn felagsskap.
Felagsskapir, talan kann vera um, kunnu vera skótar og dansifeløg, men ítróttarfelag, sum eru limir í Ítróttarsambandinum, eru ikki umfatað av hesum. Men tað er eisini ein treyt, at tiltøkini eru avlýst og ikki bara útsett til seinni í ár. Og tað er eisini ein treyt, at talan er um felagsskapir sum annars høvdu havt eina inntøku upp á minst 30.000 krónur.