Í gjár blivu umleið 1600 koronaroyndir gjørdar um alt landið, og hetta er tað hægsta talið av royndum upp á ein dag higartil.
– Vit mangla enn svar uppá 278 kanningar, men higartil hava vit havt 25 positivir tilburðir, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Kringvarpið.
Hetta er eisini størsta talið av smittaðum higartil upp á ein dag. Hin 16. mars vóru tað 19 positivir tilburðir staðfestir, sum hevur verið hægsta talið - inntil í dag.
Endaliga talið fyri seinasta samdøgrið kann gott blíva umleið 30, roknar landslæknin við.