Kravið frá myndugleikunum um at skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22 fyri at forða fyri at korona skal breiða seg, fær ikki fólk at gevast at ballast. Kravið kom í gildið hóskvøldið, men tað var serliga í gjárkvøldið, at løgreglan legði merki til tað. Istaðin fyri at vera á skeinkistøðunum, fóru nevniliga fólk heim at ballast privat. Og løgreglan sigur, at tað vóru veitslur í privathúsum kring alt landið.
Løgreglan sigur, at tey merktu tað upp á tann mátan, at tey hava fingið nógv fleiri klagur enn tey fáa eitt vanligt vikuskifti frá fólki, sum ikki fekk sovið fyri hørðum musikki og øðrum larm úr húsum kring alt landið, har fólk vóru komin saman at ballast.
Vit høvdu nokk at gera í nátt, sigur løgreglan og fleiri ferðir mátti tey so út til hesar privatu veitslurnar at fáa fólk at skrúva eitt sindur fyri, og at hava hurðar og vindeygu aftur, so at grannarnir fingu náttarfrið. Í ávísum førum mátti løgreglan eisini eftir fullum fólki, sum elvdu til trupulleikar.