Pensjónistar, sum hava verið í serligu korona-skipanini hjá Als, verða nú koyrdir henni aftur. Avleiðingin av tí er at pensjónistar, sum er á arbeiðsmarknaðinum, men sum eru sendir heim í sambandi við korina, fara at missa ein stóran part av inntøkuni, kanska alla inntøkuna.
Tá ið korona fór at gera um seg, samtykti Løgtingið, at fólk, sum vórðu send heim tí virksemið á teirra arbeiðsplássi varð minkað, skuldi fáa eitt lønarískoyti frá Als.
Í fyrstu syftu vóru pensjónista, sum vóru á arbeiðsmarknaðinum, ikki við í skipanini, men lógin varð so broytt aftur, soleiðis at teir sluppu upp í skipanina kortini. Mett varð, at tað var órættvíst, at pensjónistar, sum eru til arbeiðis, ikki skulu fáa somu sømdir, sum øll hini.
Lógirnar skuldu úr gildi aftur nú í morgin. 30. juni, men herfyri vórðu tær longdar til 31. august.
Men lógin, sum gevur pensjónistum rætt til at verða í serligu korona-skipanini hjá Als, er ikki longd. Og sostatt hava teir pensjónistar, sum hava verið í skipanini, nú fingið skriv frá Als, har minnir teir á, at skipanin, sum gevur teimum rætt til lønarískoyti, fer úr gildi í morgin.
– Eftir henda dag hava pensjonistar tí ikki rætt til lønarískoyti úr serligu korona-skipanini. Tað merkir, at aftaná 30. juni hevur tú ikki longur rætt til lønarískoyti frá ALS, sigur Als í boðini til pensjónistarnar.