Tað er ein góður dagur, nú tað, enn eina ferð, er staðfest, at Føroyar eru koronu-frítt øki. Tað ásannar Pál Weihe, ráðgevari í koronu.
Men samstundis ávarar hann ímóti at vit nú seta okkum aftur á og slappa av, tí vit hava framvegis ein stóran trupulleika. Hann ásannar, at tað kann vera ringt hjá fólki at skilja, at vit framvegis skulu vera á varðhaldi hóast eingin smitta er í landinum. Men hann sigur, at tað eru góðar orsøkir til tað.
– Hóast korona er víkjandi í londunum rundan um okkum, eru tað enn rættiliga nógv fólk, sum eru smittað. Og trupulleikin er, at tað skal bara ein einstakur superspjaðari til, sum ikki heldur tilmælini, ella ikki verður skrásettur í koronu-kanningunum, so kann tað fáa smittuna at breiða seg sum eldur yvir landið.
– Vit vita ongantíð, nær tað kann henda at ein slíkur kemur til Føroya og tí hevur tað framvegis stóran týdning, at vit ansa eftir, sigur hann. Hann sigur, at vit eiga fyrst og fremst at ansa eftir markinum til umheimin, og at halda fram at kanna øll, sum koma til Føroya. Tað hevur eisini alstóran týdning, at tey, sum koma higar, halda seg heima teir fyrstu dagarnar og ikki fara ímillum fólk. Og tá ið seks dagar eru farnir, eiga fólk at lata seg kanna um aftur.
– Tí er tað væl grundað, at vit halda fram við tilmælunum, hóast vit eru smittufrí beint nú, leggur hann afturat. Og tískil heldur hann somuleiðis, at hetta er ikki stundin at linka um tilmælini, sum vit hava sett í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing.
Men hann heldur kortini, at onkur av tilmælunum kunnu verða endurskoðað. Eitt av tilmælunum, er, at vit skulu í mesta lagi vera 20 fólk í óskipaðum bólkum og hann heldur, at er eitt tilmæli, sum kann verða endurskoðað.
– Eitt tilmæli upp á í mesta lagi 20 fólk í óskipaðum bólkum, kann vera ein trupulleiki í sambandi við føðingardagar, ella aðrar, privatar veitslur, so tað kann verða umhugsað av nýggjum, og at hækkað tað talið, heldur Pál Weihe.
Hinvegin heldur hann, at tilmæli um, at vit annars í mesta lagi kunnu vera 100 fólk, er framvegis á góðari leið.
Hann heldur eisini, at so hvørt, sum alsamt fleiri verða koppsett, slepst neyvan undan at viðgera støðuna hjá teimum. Í hesum sambandi heldur hann, at spurningurin kann takast upp um, tað skal bera til at savnast í størri bólkumum enn 100 fólk, har øll eru liðugt koppsett. Tað er ein opin spurningur, vit kundu tikið upp, sigur hann.
Hinvegin heldur hann ikki, at vit eiga at blanda fólk, sum eru koppsett, og fólk, sum ikki eru koppsett, tí tað er nógv verri at halda skil á.