Nú sær út til, at tað fer at koma rættiliga ferð á at at koppaseta fólk fyri koronu. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í tíðindum á FM1.
Vit plaga at fáa 1.300 skamtir av koppingarevni um vikuna, men í næstu viku fáa vit 5.200 skamtir, so nú sær út til, at tað fer rættiliga at koma gongd á at koppseta fólk.
Hann sigur, at koppingarbólkurin viðger støðuna, og hvussu tað skal koppsetast í ymsum aldursbólkum. Men landsstýrismaðurin sigur somuleiðis, at málið verður eisini tikið upp politisk, og í hesum sambandi skal støða takast til, um tilmælini ímóti koronu skulu linkast, tá ið øll, sum eru yvir 60, eru koppsett.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá.