Tað hevur vakt ans, at landsstýrið hevur givið tveimum privatum fyritøkum uppgávuna at kanna tey fólk, sum koma til Føroya, fyri korona.
Á tingdundi fríggjadagin spurdi Høgni Hoydal fleiri ferðir um hesi viðurskiftini, men hann hevur ikki hildið seg fingið nøktandi svar, tí nú hevur hann eisini sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning um hetta.
Sostatt skal Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú svarað skrivliga uppá, hví, og hvussu hendan avgerðin er tikin.
Høgni Hoydal sigur, at Løgtingið hevur ikki sæð nakað skjal ella hevur fingið upplýst nakað um hesar avtalur og tað, hann vil hava løgmann at greiða frá, er, hvør myndugleiki tað er, sum hevur samráðst við tey privatu feløgini, og sum hevur gjørt avtalurnar. Hann vil eisini hava greiði á, hvørja heimild, landsstýrið hevur til at seta seta skipanina í verk, umframt hvat hon kostar, og hvør tað er, sum eigur hesi feløgini.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita um arbeiðið at gera kanningarnar, er boðið út, og hvussu stórur vinningurin hjá teimum er.