Nú skulu fólk rinda sjálvi

Løgmaður væntar nógv ferðafólk aftur til Føroya

 

 

Nú skulu øll, sum koma til Føroya, sjálvi gjalda fyri at verða kannað fyri koronu. Tað samtykti Løgtingið í gjár, og tað verður sett í gildi í morgin. 1. oktober. Kanningin kostar 312 krónur, og tað er flutningsfelagið, sum fólk koma til landið við, sum krevur pengarnar inn.

Annars hava kanningarnar verið ókeypis og tað hevur verið eitt afturvendandi stríðsmál, tí í løgtinginum hevur verið mest sum semja um, at hava fólk ráð at ferðast, hava tey eisini ráð til at at gjalda fyri eina koronu-kanning.

Og tá ið Løgtingið samtykti í gjár at fólk skulu rinda sjálvi,varð eisini funnist at, at tað hevði tikið so drúgva tíð.

Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at í politikki tekur tað ofta drúgva tíð, men hann ásannar, at tað hevur tikið og langa tíð. Í fyrsta lagi tók tað sína tíð at finna tann rætta mátan at gera tað upp á. Fyri einum mánað síðani var fundur við flutningsfeløgini, men kortini tók tað ein mánað at fyrireika málið fyri at fáa trygd fyri, at tað er rætt orðað, áðrenn tað kundi leggjast fyri Løgtingið.

Tað er harmiligt at tað tekur so langa tíð, men tað er prísurin fyri eitt vælvirkandi fólkaræðið, og tað er tað, sum hevur størstan týdningin, segði løgmaður.

Annars fegnast hann um, at vit eru heimsmeistarar í at kanna fólk fyri koronu. Hann upplýsti, at í gjár vóru 132.000 koronu-kanningar gjørdar í Føroyum. Av teimum eru 50.000 kanningar gjørdar í heilsuverkinum og privata kanningarstøðin, Thetis, hevur gjørt 82.000 kanningar. Hvør kanning hjá Thetis kostar 312 krónur, so tilsamans hava tey kannað fólk fyri slakar 25,6 milliónir.

Higartil hevur Landskassin rindað 23 milliónir fyri at kanna fólk fyri koronu, men løgmaður heldur, at hetta hevur verið ein góð íløga, tí høvdu vit havt stongt markið, hevði missurin verið upp aftur størri, tí vit hava hundraðtals milliónir í inntøku frá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, umframt at ferðavinnan hevði heilt farið fyri skeyti.

Nú er ferðafólkatíðin av, so tað er avmarkað, hvussu nógv fólk koma til Føroya. Samstundis er lógin um, at fólk skulu sjálvi rinda fyri kanningina, bara galdandi til 1. januar í hesum umfarið.

Tí hava flutningsfeløgini ført fram, at nú er tað meiri møði enn føði at broyta skipanina. Men løgmaður væntar, at tá ið smittutrýstið fer at lækkar aftur úti í heimi, fara nógv ferðafólk aftur at koma til Føroya, tí vit eru eitt heilt serligt ferðamál, tí vit eru fjarskotin, her er nógv náttúra og tað er langt ímillum fólk. Men um tað verður í ár, ella eftir at henda lógin er farin úr gildi, tað vita vit ikki, legði hann afturat.