Nú skulu øll ferðafólk við Bussleiðini í Havn, vera í masku. Tað er eitt krav, Tórshavnar Býráð nú boðar frá og tað kemur í gildi í ovurmorgin, mikudagin. Og tað er galdandi fyri øll, bæði børn og vaksin.
Men afturfyri sleppa nú fleiri fólk við bussinum. Sum nú er, sleppa ikki meiri enn 10 ferðfólk við bussinum, tá ið kravið um masku er komið í gildi, sleppa 25 fólk við bussinum, 15 fólk kunnu sita og 10 fólk kunnu standa.
Bussarnir verða sóttreinsaðir eina ferð um dagin, men býráðið sigur, at støðan verður eftirmett so hvørt so at broytingar kunnu gerast, alt eftir, hvussu nógv, ella fá, fólk verða smittað.