Í gjár heitti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á foreldur í kommununi um at hava síni børn heima í staðin fyri at koyra tey á stovn.
Tað hava nógv foreldur valt at gjørt, fortelur Jóhan Petur Hentze frá Tórshavnar kommunu.
– Eg havi ikki tal, men alt bendir á, at tað eru øgiliga fá børn á stovni í dag. Fleiri stovnar hava eingi børn, og á summum eru tað kanska bara millum tvey og fimm børn. So tað virkar sum, at fólk hava valt at hava børnini heima í dag, sigur hann.
Hann leggur aftrat, at tað nokk ikki bara er korona, sum spælir inn her.
– Hetta er fyrsta vikan í nýggja árinum, tí barnagarðarnir hava júst latið upp aftur aftaná summarferiuna. Tá er vanliga ikki fult á stovnunum, tí fólk ikki eru komin aftur úr feriu. Men í øllum førum er barnatalið ikki stórt í dag, sigur Jóhan Petur Hentze.
– Vit vita ikki, hvat vit vænta í næstu viku. Vit skulu hava ein fund við kommunufelagið í dag, og vit hyggja at, hvussu mann skipar seg í næstu viku, sigur hann.