Eins og Spania og Portugal hava havt ógvusliga hitabylgju, har juni setti hitamet í Spania, er tað nú Frakland, sum eisini verður rakt.
Tískil hava myndugleikarnir í Fraklandi gjørt av, at næstan 1350 skúlar - antin partvís ella heilt - hava stongt í dag.
Tað er reyð hitaávaring um fleiri partar av Fraklandi í dag, og landsins veðurtænasta sigur, at hitin fer at nærkast teimum 41 hitastigunum.
Eisini onnur evropeisk lond eru rakt av hitabylgju, og farna vikuskiftið kom hitin í Spania og Portugal uppí 46 stig.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.
Ávísin, Le Monde, veit eisini at siga, at sjálvt Eifiltornið í París partvís verður stongt - fyribils fram til í morgin.
Her heldur leiðslan tað vera óforsvarligt at senda ferðafólk upp í ovastu hæddirnar, nú hitabylgjan eisini herjar stórar partar av Fraklandi.
##med2##