Nú er ein vika síðani, at landsstýrið broytti koppingaarætlanina og lækkaði aldursmarkið fyri, hvørji kundi verða koppsett fyri koronu. Higaartil hava tað verið aksin og ung frá 16 ár og uppeftir, sum kundu verða koppsett. Men tann fyri eini viku síðani, tann 3. august, varð aldursmarkið broytt, soleiðis at nú kunnu tey 12 til 15 ára gomlu eisini verða koppsett. Tað eru 3.011 børn í hesum aldursbólkinum, og tað st endur til foreldrini at gera av, um tey kunnu verða koppsett.
Men sjúkrahúsverkið upplýsir, at higartil eru tað 289 børn, ella góð níggju prosent av børnunum í aldrinum 12 til 15 ár, sum eru koppsett, og sum hava fingið ta fyrru sproytuna.
Tað halda tey er á einari leið upp á eina viku, men tey ivast ikki í, at fleiri fara at leggjast afturat.