Nú eru allar kanningarnar frá leygardegnum 8. august liðugt greinaðar, og samanlagt vóru sjey tilburðir staðfestir úr teimum 3462 kanningunum, boðar landslæknin frá í morgun.
Sunnudagin vórðu 2269 kanningar gjørdar, og hóast allar kanningar ikki eru liðugt greinaðar enn, hevur Landslæknin staðfest fýra nýggir tilburðir hendan dagin. Í løtuni verður bíðað eftir úrslitinum frá 482 royndum, og tí er endaliga úrslitið fyri sunnudagin 9. august ikki klárt enn. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk.
Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er ein tilburður longu staðfestur. Fleiri enn 1000 kanningar vórðu gjørdar, og flest teirra mangla enn at verða greinaðar.
Sostatt er støðan tann, at í løtuni eru 93 fólk í Føroyum smittað við koronusmittu, og fleiri enn 900 fólk eru í sóttarhaldi.