Myndin av óvanliga nógvum ísi hesa ársins tíð, er tikin í Grønlandi um dagarnar

Níggju fólk bjargað á ísinum í Grønlandi

Tað er einki at taka seg aftur í, at grønlendingar í stóran mun liva nær sjónum, og at bátur og vandasigling er ein partur av tilveruni

Myndin av óvanliga nógvum ísi hesa ársins tíð, er tikin í Grønlandi um dagarnar

So seint sum í gjár avblásti Arktisk Kommando leitingina eftir trimum fólkum í Grønlandi. Saman vóru tey farin í eina jollu sunnudagin, og tá tey ikki komu aftur, varð leiting sett í verk í Diskovíkini.

 

Undir leitiátakinum varð ein jolla funnin, men eingin var í bátinum. Leitingin eftir teimum trimum helt fram til í gjár, tá eingin framvegis var funnin, og tá varð gjørt av at gevast við leitingini.

 

Ein syrgilig støða - og tíverri ikki ein ókend støða, sum vísir seg at vera afturvendandi nakrar ferðir um árið í Grønlandi, har fólk ganga burtur á báti. Bátur og vandasigling er ein partur av tilveruni.

 

Longu aftur í gjár vóru boð eftir Arktisk Kommando. Hesaferð var tað ein bátur við níggju fólkum á leiðini norðanfyri Qasigiannguit., sum klokkan 13.48 sendi út neyðarkall um Aasiaat Radio

 

Báturin var vorðin fastur í ísinum og var um at koppa. Tískil høvdu tey, sum vóru í bátinum, sloppið sær og upp á ísin. 

 

Arktisk Kommando sendi eina tyrlu á staðið, og tað eydnaðist at taka øll upp í tyrluna og flyta tey á sjúkrahúsið í Ilulissat, og sambært vaktleiðaranum hjá Arktisk Kommando hava tey øll tað gott eftir umstøðunum.

 

Grønlands Politi fer at avhoyra fólkini, sum vóru í bátnum, um hendingina í gjár.

 

Lesi eisini - https://www.in.fo/news-detail/groenland-leitingin-eftir-trimum-saknadum-stedgad

 

 

 

 

 

Myndin av óvanliga nógvum ísi hesa ársins tíð, er tikin í Grønlandi um dagarnar