Noreg skrásett flest smittað síðani apríl

Bæði talið av nýggjum smittutilburðurm og talið av innløgdum við koronuvirus er hækkandi í oreg.

Seinasta samdøgrið eru skrásett 83 nýggir tilburðir av koronuvirus í Noreg.

Tað vísi upperð frá norsku heilsumyndugleikanum, Folkehelseinstituttet (FHI), í nátt.

Teir 83 nýggju tilburðirnir eru størsta hækking í tali av staðfestum smittaðum í einum samdøgri síðani 20. apríl, skrivar norska blaðið VG.

Tilsamans eru staðfest 9551 kornusmittað í Noreg.

15 persónar í Noreg eru innlagdir á sjúkrahúsi við koronuvirusi. Tað er hægsta talið síðani 3. juli, vísa tøl frá heilsumyndugleikum sambært norsku tíðindastovuni NTB.

Av teimum 15, sum eru innløgd, eru tvey fólk í respiratori.

FHI hevur skrásett tilsamans 256 fólk, sum eru deyð við koronuvirus í Noreg.

Mikudagin skrivaði VG, at Noreg fyri fyrstu ferð síðani apríl hevur hækkandi smittutøl.

Í gjár setta norska stjórnin nýggj tiltøk í verk av gongdini. Tað merkir millum annað, at barrir og matstovur skulu steingja á midnátt.

Norska stjórnin fer at meta støðuna av nýggjum við smittustøðuni fyrst í septemer, tá nýggja avmarkingar ella slakingar koma á borðið.

FHI óttast, at veitslur kunnu føra við størri smittuspjaðing. Undan lesnaðurin byrjar ávarar FHI ímóti at taka støðuna ov lítið í álvara.

– Tað hevur týdning, at lesandi kunnu hittast og byggja sosial netverk. Men vit ávara ímóti at savnast í stórum mongdum, serliga við alkoholi, segði Line Vold, deildarleiðari í FHI, sambært NTB.

Í dag er sambært VG vátta, at tilsamans 35 fólk eru staðfest smitta við koronuvirusi eftir fýra vetslur í norska høvuðsstaðnum Oslo, síðsta vikuskifti.

Hósdagin segði norska forsætisráðfrúan, Erna Solberg, at norðmenn ikki taka koronuavmarkingarnar í nóg stórum álvara, sjálvt um smittutølini eru hækkandi.

– Vit mugu fylgja smittureglunum, sum eru. Tí hevur stjórnin í dag gjørt av at bremsa eitt sindur, fyri at vit ikki skulu steðga ov brádliga.

– Eingin okkara vil aftur til mars, segði hon hósdagin.

/ritzau/