Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið gera nú enn eitt felags átak, at bjóða øllum borgarum í Vágum sum enn ikki hava fingið 3.prik, og ynskja tað, at verða koppsett við 3.priki móti covid-19 her vestri.
Sambært hagtølunum á www.korona.fo hava heili 89% av vágafólki 12ár og eldri lagt arm til 2. prik og enn eru umleið 900 fólk sum ikki hava fingið 3.prik í Vágum. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað. Frá seinast lærdu vit, at ein orsøk til at fólk ikki vóru koppsett, var at tað lá ikki fyri at fara til Havnar, og so eru tað onnur sum ikki ynskja at móttaka 3.prik.
Men fríggjadagin millum kl. 15.00 og 17.00 verður møguligt at fáa 3.prik móti Covid-19 í bygdarhúsinum í Miðvági. Um onkur longu hevur fingið tíð til koppseting aðrastaðni í landinum, men ynskja heldir at verða koppsett í Vágum, so er tað sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggja eina nýggja tíð. Møguligt er longu nú at bíleggja tíð á https://koppseting.corona.fo/, somuleiðis verður støkk-upp, har ikki er neyðugt at bíleggja áðrenn.
Hevur tú fyri stuttum havt koronu, skalt tú bíða við koppsetingini. Mælt verður til at fólk bíða við koppsetingini í ein mánað eftir, tey hava fingið staðfest koronu.
Inngongdin verður við hurðina oman ímóti vøllinum, og bíðirúmið aftaná koppsetingina verður í kafé’ini og gingið verður út har.