Nú hava myndugleikarnir aftur broytt tilmælini um koronu. Tað merkir, at nú broytast treytirnar fyri at ferðast til Føroya broytast og tað hendir, tá ið august mánaður er farin aftur um.
Tað merkir, at tá ið august mánaði er farin afturum, fellur kravið burtur um, a fólk, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu. Í staðin fyri krav um koronakanning við markið, mæla heilsumyndugleikarnir til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya - og so aftur tveir dagar aftaná at tey eru komin til Føroya. Heitt verður á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um, at tað er møguligt at fremja hesar broytingarnar. Hann sigur, at smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina. Vit hava havt meira ella minni vanligar umstøður í samfelagnum, og nú gerast viðurskiftini við markið eisini meira vanlig aftur. Tað hevur gingið væl í Føroyum. Fólk hava tikið ábyrgd, og nú vóni eg, at fólk eisini taka væl ímóti og virða nýggju tilmælini," sigur Bárður á Steig Nielsen.
Broytingarnar í stuttum
Krav um kanning við markið fellur burtur
Mælt verður til kanning tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya
Mælt verður til kanning tveir dagar eftir komu til Føroya
Mælt verður til at vera serliga varin, til svar er tøkt frá kanningini annan dagin eftir komu