Nú eru átta koronu- sjúklingar deyðir í Føroyum

Eisini í gjár vórðu nógv fólk smittað við koronu

Aftur í gjár vóru nógvir tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum. Landslæknin sigur, at í gjár vórðu 48 nýggir tilburðir staðfestir. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

Hann sigur, at í gjár vórðu 2.471 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru tað 618 fólk í Føroyum, sum hava koronu, fimm fólk eru innløgd á sjúkrahús, og nú eru eisini átta koronu-sjúklingar deyðir í Føroyum.