Nú hevur Hagstovan sett tøl á, hvussu stórar avleiðingar, korona hevur havt fyri ferðavinnna í Føroyum. Hagstovan hevur nevniliga gjørt upp, hvussu nógv nógv fólk hava ferðast til Føroyar, og úr Føroyum í fjør aftur ímóti 2019. Og tølini vísa, at talan er um eina afturgongd upp á heili 57 prosent.
Tølini vísa, at í 2019 ferðaðust tilsamans 472.877 fólk til og úr Føroyum, men í fjør var talið bara 202.280 fólk og tað er ein afturgongd upp á góð 57 prosent. Og tá skal havast í huga, at annars vóru vónirnar, at árið í fjør skuldi seta øll met til ferðafólk í Føroyum, so ætlanin var at talið skuldi vera munandi hægri enn í 2019.
Í 2019 ferðaðust 419.021 fólk til og úr Føroyum við flogfari, men í fjør vóru tað bara 176.493 fólk, sum ferðast um flogvøllin í Vágum og tað er ein minking upp á sløk 58 prosent.
Og at enda er tað Norrøna og í 2019 førdi Norrøna 53.856 ferðafólk til og úr Føroyum, men í fjør var ikki talan um meiri enn 25.757 fólk, og tað er ein afturgongd upp á góð 52 prosent.