Nú fáa fleiri føroyingar eina sproytu afturat fyri koronu

Tað hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum tikið avgerð um

Nú er ein tíð fráliðin síðani tey fyrstu í Føroyum vórðu koppsett fyri koronu og av tí sama er órinsverjan hjá teimum kanska viknað eitt sindur.  Tey fyrstu, sum vórðu koppsett fyri koronu, vóru tey eldru, serliga tey á ellis- og røktarheimum og sostatt er órinsverjan hjá teimum kanska viknað. Fyri at byrgja fyri tí, er avgerð nú tikin um, at tey, sum búgva á ellis- og røktarheimum, skulu fáa tilboð um eina sproytu afturat, so at tey nú verða koppsett fyri triðju ferð.

 

Fyri eini tíð síðani varð avgerð tikin um, at fólk, sum vóru serliga veik, skuldi fáa tilboð um at verða koppsett einaferð afturat fyri at styrkja órinsverjuna. Tey fingu boð frá serlækna um at verða koppsett og eru so innkallað til tað. M Men nú er avgerð eisini tikin um, at øll, sum búgva á ellis- og røktarheimum, og øðrum eldrabýlum, eisini fáa tilboð um at fáa eina sproytu afturat.

 

Tummas í Garði, limur í koppsetingarbólkurin, sigur, at nú verður arbeitt við at seta tað í verk, soleiðis at tey verða koppsett.