Nú verður aftur tíðindafundur um Koronu. Løgmaður hevur verið fyri atfinningum tí hann ongan tíðindafund hevur havt, hóast korona gongur sum ongantíð fyrr. Men klokkan 15 seinnapartin í dag verður so tíðindafundur um koronu.
Á tíðindafundinum vera Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Michael Boolsen, formaður í Farsóttarnevndini og har fara teir at kunna um koronu.