Nú kunnu børn fara til lækna at koppsetast fyri koronu

Børn verða ikki sjúk, men sosialar avmarkingar kunnu rakta tey hart

Í dag er farið undir at koppseta tey 5-11 ára gomlu børnini fyri koronu.  Foreldur, sum vilja koppseta børnini, skulu fara til kommunulæknan at fáa tað gjørt. Í fyrstuni er talan um støkk inn koppseting. Tað merkir at tað er bara at møta upp, uttan at bíleggja tíð frammanundan, men seinni koma tey við  kunning um, nær, og hvar, koppsetingarnar fara fram.

 

– Støðugt fleiri børn á okkara leiðum, eisini í Føroyum, verða smittað við koronu. Hóast tey sjáldan gerast álvarsliga sjúk av koronu, men verða tey ikki koppsett, er vandi fyri, at tey verða hart rakt av teimum avmarkingum, sum verða sett í verk fyri at basa smittuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í dag.

 

Danski heilsumyndugleikin, Sundhedsstyrelsen, mælir til at koppseta tey 5-11 ára gomlu børnini. ES-heilimyndugleikin, sum hevur eftirlit við heilivági, EMA, hevur eisini góðkent, at akoppingarevnið hjá Pfizer, sum er tað, vit brúka í Føroyum, verður brúkt at koppseta tey 5-11 ára gomlu.

 

Í august fingu tey ungu í aldrinum 12-15 ár eisini tilboð um ókeypis koppseting, og her hava longu 73 prosent fingið fyrsta ta fyrru sproytuna og 64 prosent hava eisini fingið aðru sproytuna.