Nú skulu nøkur helst koppsetast eina ferð afturat fyri koronu

Nú skulu ávísir bólkar í Føroyum fyrireikað seg upp á at verða koppsett eina ferð afturat fyri koronu

Myndugleikarnir vænta ein korona-bylgju afturat í heyst og í vetur og í hesum sambandi skulu vit eisini fyrireika okkum upp á at verða koppsett eina ferð afturat.  Í Danmark fáa ávisir bólkar tilboð um koppseting, og vit plaga at fylgja teirra tilmælum um koppseting. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at enn er støða ikki tikin til málið í Føroyum, men higartil hava vit fylgt donsku koppsetingarætlanini rættiliga nágreiniliga.

 

Í Danmark fáa tey fyrstu tilboð um at verða koppsett fyri fjórðu ferð, longu í næstu viku. Her er talan um tey, sum eru allarveikast, tey heilt gomlu, og tey, sum annars eru í serligum vandabólkum. Og frá 15 september verður farið at koppseta tey eldru á ellis- og røktarheimum, men frá 1. oktober fáa øll yvir 50 ár tilboð um at verða koppsett. Alheims heilsustovnurin WHO, mælir til, at øll yvir 60 ár fáa tilboð um koppseting, men fyri at binda um heilan fingur, hava myndugleikarnir í Danmark gjørt av at lækka aldursmarkið niður í 50 ár.

 

Nýggir variantar av omikron eru farnir at gera um seg og hóast tølini í Danmark enn eru rættiliga lág, veksur tað skjótt. Koppingarevnið verjir ikki serliga væl ímóti teimum nýggju variantunum, men koppsetingin verjir rættiliga væl ímóiti at fólka verða illa sjúk.

 

Samstundis verður arbeitt upp á at tillaga koppingarevnið fyri at fáa tað at verja betur ímóti. Teimum nýggju variantunum, men tað er óvist um tað eydnast at fáa tey nýggju koppingarevnini liður í heyst. Í Danmark ætla tey at kombinera koppsetingina ímóti koronu við koppsetingini ímóti influensu og lungnabruna.

 

– Koppingarevnið er besta vápnið ímóti koronu, men nú endamálið við koppsetingini ikki longur at forða fyri smittuspjaðing, men endamálið er at forða fyri, at fólk verða illa sjúk, varð ført fram á tíðindafundi í Danmark í morgun.

 

Lars Fodgaard Møller sigur, at vit hava fylgt donsku koppingarætlanunum rættiliga neyvt og hann væntar eisini, at vit fara at koppseta í Føroyum. Hesa ferð eru tað bara tey eldru, sum skulu koppastast, so tað er bara ein brotpartur av teimum, sum vórðu koppsett í 2020 og í fjør, og tí hellir hann til, at vit eisini fara at gera tað hesa ferð. Hann sigur í hvussu so er, at tað grundarlagið, danskir myndugleikar byggja síni tilmæli á, er so væl grundað, at tað ber illa til at koma uttan um tað.

 

Men hann sigur, at koppsetingarnevndin hevur ikki havt fund enn, so nøkur avgerð er ikki tikin um, hvussu vit fara at koppseta í Føroyum.