Nú sleppur Hanus ikki framat í NK Celje

Uttan Hanus Sørensen leikti Celje javnt á útivølli

Tað gongur ikki eftir vild fyri tíðina hjá landsliðsleikaranum, Hanusi Sørensen í NK Celje í bestu slovensku fótbóltsdeildini. 

 

Mikukvøldið spældi Celje dyst á útivølli móti Koper. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, men Hanus fekk ikki somikið sum ein minutt á vøllinum.

 

Seinastu fýra dystirnar hjá Celje hevur Hanus bara verið á vøllinum í samanlagt fýra minuttir, og sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað ein keðilig støða.

 

Celje er annars fjórðfremst í deildini við 53 stigum. Teir eru trý stig frá triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League. Koper hevur 56 stig á triðja plássinum. 

 

Komandi mikudag klokkan 17.45 hevur Celje torføran dyst móti næstfremsta liðnum í deildini, Maribor.