Skjótt stendur nýggjur barnagarður á Sandi

- Starvsfólk, børn og avvarðandi hava nakað at síggja fram til, nú Sands kommuna skjótt fær nýggjan barnagarð.

- Loksins er ferð komin á at byggja nýggja barnagarðin á Sandi - ein verkætlan, sum er hart tiltrongd.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu.

 

Her verður lagt aftrat, at verandi barnagarður á Teigunum er bæði ótíðarhóskandi og ov lítil.

 

- Starvsfólk, børn og avvarðandi hava nakað at síggja fram til.

 

Í Sands kommunu siga tey, at tað var eitt samt bygdarráð sum samtykti nýggja barnagarðin.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at tað er byggifyritøkan Bulur á Signabø, sum byggir nýggja barnagarðin.

 

Barnagarðurin verður bygdur í elementum á Signabø og verður settur upp beint við nýggjastu útstykkingina á Sandi.