Nú í langa tíð ímeðan korona hevur herjað, hevur Tórshavnar býráð havt serligar reglur fyri Bussleiðina í Havn. Eitt av krøvunum hevur verið, at øll ferðafólk skulu vera í masku. Eitt annað krav er, at tað kunnu í mesta lagi vera 25 ferðafólk í bussunum ísenn.
Men býráðið boðar nú frá, at hereftir verða allar avmarkingarnar settar úr gildið. Sostatt er tað ikki longur eitt krav, at ferðafólk skulu vera í masku og nú kunnu bussarnir eisini koyra sprenfullir av ferðafólki.