Nú verða øll aldursmørk til koppsseting strikað

Í dag eru tað fólk í vandabólkum, men seinnapartin í morgin kunnu øll yvir 15 ár fáa tíð

Nú kunn øll yvir 15 ár, fáa tíð til at verða koppsett fyri koronu. Tað boðar sjúkrahúsverkið frá í dag. Higartil hava tað verið ávísir aldursbólkar, sum kunnu bíleggja tíð, men nú verða øll mørk strikað. Tað merkir, at nú kunnu øll, sum eru fylt 16 ár, bíleggja sær tíð til at verða koppsett.

 

Í tey eru tað bara tey, sum eru í einum vandabólki, sum kunnu bíleggja sær tíð til koppseting, men klokkan 15 í morgin sleppa øll fram at. Tey, sum eru í vandabólki, eru fólk við krabbameini, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

 

 Yvirlit yvir vandabólkar sæst HER

 

 Tað verður tó ikki soleiðis, at øll fáa eina tíð beinanvegin, tí nokk av koppingarevni er ikki á goymslu í Føroyum. Men fólk mugu ikki falla í fátt, tí øll sleppa framat. Seinastu vikurnar hava vit fingið um 6.800 skamtar av koppingarevni aðruhvørja viku og nú kemur aftur ein sending. Eftir ætlan hava allir føroyingar, sum vilja, fingið báðar sproyturnar fyrst í september.