Nú vilja fleiri koppsetast fyri koronu

Hendan nýggja koronu-bylgjan hevur fingið fólk at seta seg undir nálina

Korona herjar aftur, sum ongantíð fyrr og tað er ein sannroynd, at sum heild eru tað fólk, sum ikki eru koppsett, sum verða sjúk, og sum annars dríva smittuna runt í samfelagnum. Fólk, sum eru koppsett, verða eisini sjúk, men sum heild tekur korona ikki so fast hjá fólki, sum eru koppsett.

 

Men tað er eisini ein sannroynd, at tað hevur gingið heldur strilti til at fáa fólk at bretta upp um armar og lata seg koppseta. Eftir, at nógv lótu seg koppseta í fyrstuni, kom stígur í og í løtuni er støðan tann, at tað eru bara 73,6 prosent av føroyingum, sum hava fingið eina sproytu og tað eru bara 70,4 prosent, sum hava fingið tvær sproytur. Og tað er alt ov lítið til at forða fyri at korona breiðir seg.

 

Nú í langa tíð hava tað ikki verið fleiri enn eini 100 – 300 fólk, sum eru koppsett um dagin, kanska er tað tí, at vit hava verið at kalla smittufrí so leingi, at tey halda ikki at tað er neyðugt. Onnur fáa ikki upp í lag, men tað skerst helur ikki burtur, at tað eru fleiri, sum rætt og slætt ikki vilja lata seg koppseta av ymsum orsøkum.

 

Men nú korona aftur er farið at ganga, eru tað fleiri, sum aftur vilja koppsetast.  Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari á Landssjúkrahúsinum, sigur, at tað er týðiligt, at tað eru fleiri, sum vilja koppseta seg – men munurin er kortini ikki tann øgiligi vøksturin

 

Men hann sigur, at eitt dømi er, at tá ið støkk inn koppsetingar hava verið á Landssjúkrahúsinum, plaga tað at vera eini 5 - 10 fólk, sum møta upp at verða koppsett. Men um vikuskiftið lupu smittutølini upp eftir – og tá ið støkk inn koppseting var á Landssjúkrahúsinum mánadagin, vóru tað heili 90 fólk, sum møttu upp at verða koppsett.

 

– Tað er týðiligt at tað er ein størri at áhugi fyri at lata seg koppseta síðani at korona aftur er farið at ganga. Tað er týðiligt, at nú eru fleiri sum eru komin at fáa sær ta fyrstu sproytuna, sum neyvan høvdu komið, var korona ikki aftur farin at gera um seg, sigur Fróði Jacobsen.