Hví er sjálvstøðugur limaskapur í WTO so týdningarmikil fyri Føroyar? Hvat er WTO yvirhøvur fyri nakað, og hvat skal til fyri at fáa limaskap?
Hesir spurningar verða millum annað viðgjørdir í nýggju frágreiðingini ”Føroyar á gáttini – vegurin til WTO”, sumJavnaðarflokkurin á Fólkatingi júst hevur givið út.
Við hesi frágreiðing hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi sett sær fyri at lýsa eitt uttanríkispolitiskt mál, sum politiska skipanin í Føroyum hevur tosað um í nógv ár, men sum er endað sum ein løgfrøðilig træta millum Føroyar og Danmark, ið hevur forðað Føroyum í at søkja um limaskap.
Men nú eru glottar at hóma, tí ein serlig nevnd er sett, ið skal taka støðu til, um sjálvstøðugur føroyskur limaskapur er møguligur innan fyri karmarnar í donsku grundlógini. Hetta verður gjørt við støði í grein 6 í heimastýrislógini.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, kallar málið fyri prinsipielt, stórt og søguligt. Nettupp tí heldur hann tað vera týdningarmikið at lýsa málið væl, so fleiri kunnu skilja týdningin av limaskapi WTO.
– Hetta er søguligt á tann hátt, at vit spreingja karmin í heimastýrislógini, sum bleiv settur í 1948. Karmurin er víðkaður og víðkaður gjøgnum árini, men hesu ferð verður hann sprongdur, um tað eydnast at fáa limaskap, sigur hann.
– Hetta kann blíva inngangurin til ein nýggjan kapittul um føroyskan uttanríkispolitikk og leiklutin hjá Føroyum á heimspallinum, sigur Sjúrður Skaale.
Frágreiðingin fæst sum bóklingur, men kann eisini lesast í fullari longd á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, her:jaf.fo/utgavur/fragreiðing-foeroyar-a-gattini-til-wto
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi