Nýggjársgykl á Strondum

Nýggjársaftan er ein dagur, har leingi er at bíða

Sjóvar kommuna skrivar, at fyrst hava vit bíðað fleiri dagar eftir hesum degnum. So bíða vit allan dag eftir, at tað verður myrkt, so vit kunnu senda fýrverk. Tímarnir kennast drúgvir, men tað eru ráð fyri tí. 

 

Gyklarin fer at stytta um stundir við einum serligum nýggjársfamiljugyklashowi. 

Á skránni eru sjálvandi nógv spennandi gykl, og eisini vera onkrar av dukkunum hjá honum við. 

 

Tiltakið, ið er fyri bæði børn og vaksin, verður í bygdahúsinum á Strondum nýggjársaftan klokkan 16.00. 

 

Atgongumerki til nýggjársfamiljugyklashowi fáast á atgongumerk.fo.