Tað er nýggi varamaðurin hjá Javnaðarflokkinum á tingi, Terji Beder, sum hevur sett nýggja landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen ein grein grein 52a fyrispurning um Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini.
Ítøkiliga spyr tingmaðurin soleiðis:
1. Hví eru aðrar tunnilsverkætlanir tiknar fram um Gøtudalstunnilin, tá tær sambært Samferðsluætlanini hjá Landsverki áttu at fingið lægri raðfesting enn Gøtudalstunnilin?
2. Hevur útsetanin av Gøtudalstunlinum viðført aðra vegagerð í mun til Eysturoyartunnilin?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at Gøtudalstunnilin aftur kemur á skrá?
4. Um landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri tunlinum, nær kann tá væntast, at farið verður undir at bora?
Í viðmerking til spurningin vísir Terji Beder á, at teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal er ein tann ferðslutyngsti teinurin í Føroyum.
– Í miðal koyra eini 6.000 akfør um samdøgrið á hesum strekki. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiðið, sum liggur høgt, og vegurin er sera brattur. Tað ger vegin ótryggan og skapar ofta ferðsluruðuleika í ringum veðri. Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er skúlaleið, vísir hann á.
– Okkara almenni fakmyndugleiki fyri vega- og tunnilsgerð, Landsverk, handaði í 2019 eina Samferðsluætlan, sum kortlegði allar tunnils- og vegakervisverkætlanir, sum skuldu gerast í tíðini frá 2018 til 2030. Hendan ætlanin setti verkætlanirnar í ein væl grundaðan raðfestingarlista, sum tók atlit til ferðslutrýst, samfelagsgagn, vandalig vegastrekkir, kostnað og ymisk onnur viðurskiftir.
Tingmaðurin vísir á, at ímillum tær verkætlanir, sum Samferðsluætlanin fevndi um, var eisini Eysturoyartunnilin, sum sambært ætlanini kravdi ein tunnil ímillum Gøtudal og Skálabotn. Hendan verkætlanin varð mett at skula til, tí hon kundi økja um ferðsluna í Eysturoyartunnlinum, soleiðis at brúkaratalið av tunlinum rakk teimum tølum, sum skuldu til, fyri at fáa tunnilin at bera seg fíggjarliga. Her varð væntað, at ein farleið á eystara armi á Skálafjørðinum, við landsvegi nærum allan vegin, fór at økja um nýtsluna av tunlinum. At nýta leiðina eftir vestara armi, er at tvinga ferðsluna ígjøgnum bygt øki nærum allan vegin frá Norðragøtu til tunnilsmunnan á Saltnesi.
– Í svari frá undanfarna landsstýrismanni í samferðslumálum, Dennis Holm, hevur Gøtudalstunnilin verið planlagdur í mong ár, og er ein høvuðsleið til og frá Eysturoyartunlinum fyri økini norðanfyri Gøtueiði, og er ein týdningarmikil útbygging, sum knýtir norðurøkið og miðøkið saman, sigur Terji Beder.
Hann sigur víðari, at sambært sama svari vóru jarðfrøðiligar forkanningar gjørdar í 2019, bæði á Varmakeldueiði og í grótbrotinum omanfyri Syðrugøtu. Hesar forkanningar hava víst seg at verið somikið góðar, at Jarðfeingi ikki metir tað verða neyðugt við fleiri jarðfrøðiligum kanningum til fyrireiking av tunlinum. Tó er greitt, at eftir øllum at døma eru fleiri fyrireikingar, sum skulu til, tí samgongan í Løgtingsfíggjarlógini hevur játta eina millión til framhaldandi fyrireikingar av Gøtudalstunlinum.
– Ætlanirnar í Løgtingsfíggjarlógini og Samferðsluætlanini hjá Landsverki fylgjast ikki, tí man á Løgtingsfíggjarætlanini hevur uppraðfest verkætlanir, sum sambært fakkunnleikanum í Samferðsluætlanini eiga at verða raðfest lægri. Tí verður hesin fyrispurningur settur, sigur Terji Beder, sum hevur sæti á tingi sum varamaður fyri Javnaðarflokkin.